140x140

Muskxylen

Myskxylen er eitt av fleiri kunstiga framleiddum musksambindingum (angaevnum)  

 

Hví er tað vandamikið?

Muskxylen verður sera seint niðurbrotið, og hópast tí upp í náttúruni. Tað verður tikið upp í menniskjum og djórum, og við tíðini kann nógv muskxylen savnast í kroppinum. Evnið er møguliga krabbameinselvandi, og er harumframt skaðiligt fyri livandi verur í vatni.

 
Hví verður muskxylen nýtt?

Muskxylen verður brúkt til at fáa góðan lukt í ymsikar vørur, og er ein bíligur valmøguleiki í staðin fyri natúrlig angaevni, t.d. í luktilsi og sápu.
 

Hvar finna vit vanliga muskxylen?

  • Smyrsl og røktarevnum – les meira her: smyrsl, krem og sápa og sjampoo
  • Bil- og bátarøktarevnum – les meira her
  • Vaski og reingerðarevni
  • Kertuljós - stearinljós - les meira her

 

Hygg í vørulýsingina

Ikki allar vørur, sum innihalda muskxylen, hava vørulýsing. Um vøran hevur vørulýsing, so kanst tú hyggja eftir:

  • Muskxylen
  • Muskxylene
  • Muskxylol

Kann eisini koma fyri undir felagsheitinum angi ella parfuma

 

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Muskxylen